Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Vinna

Hagstovan: Avreiðingarnar í fjør vóru tilsamans góð 74 túsund tons, eitt túsund tons ella 1,4% meir enn í 2017. Nøgdin av toski og hýsu vaks við umleið 50%, meðan minking var av øðrum fiskasløgum, serliga upsa. Í virði vóru avreiðingarnar 85 mió. kr. ella 10% størri enn fyrra árið.

Avreiðingarnøgdin og avreiðingarvirðið tilsamans hevur verið støðugt lágt seinastu nógvu árini. Betri fiskiár vóru frá aldarskiftinum fram til 2007. Í miðal var nøgdin tilsamans góð 125 túsund tons tey árini. Síðan 2007 hevur veiðan av feskfiski, ið er farin um avreiðingarskipanina, í miðal verið um 75 túsund tons. Í fjør vórðu avreidd góð 74 túsund tons, sum er eitt vet betri  enn í 2017, tá góð 73 túsund tons vórðu avreidd.

Avreiðingar kalla vit alt tað, sum verður skrásett um avreiðingarskipanina. Hetta verður eisini umtalað sum feskfiskaveiðan. Í avreiðingunum er allur fiskiskapur hjá føroyskum skipum og bátum á føroyskum sjóøki, føroyska veiðan í íslendskum sjóøki og fiskiskapurin á Flemish Cap.

Uppsjóvarfiskur er ikki við í hesi uppgerð.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo