Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Vinna

Í vár gjørdi TAKS eitt átak fyri at fáa Airbnb-útleigarar at geva leiguinntøku sína upp til skattingar.

Átakið eydnaðist væl, tí afturímóti í fjør hava tvífalt so nógv givið inntøkuna upp. Í krónum eru upplýstu leiguinntøkurnar øktar úr 10 upp í 19 milliónir.

Sambært tølum hjá TAKS leigaðu 340 fólk út bústað í Føroyum gjøgnum Airbnb í 2017. Av teimum upplýstu 28% um leiguinntøku sína. Í 2018 er hetta munandi broytt. Av teimum 430 útleigarunum, sum nú eru, upplýstu 53% um inntøkuna.

“Eg haldi, at Airbnb-átakið, sum vit gjørdu í vár, hevur riggað væl. Í tølunum síggja vit, at nógv gera rættari nú, og vit síggja týdningin av, at TAKS stuðlar fólki í at halda skyldur sínar og vegleiðir tey, hvussu tey skulu gera,” sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.

Framrokning fer at halda
Fyrr í ár roknaði TAKS við, at leiguinntøkurnar frá Airbnb fyri 2018 fóru at liggja um 21 milliónir krónur.

Higartil eru 19 milliónir givnar upp til skattingar, men TAKS metir, at tá ið øll eftirlit eru liðug seinni í ár, so fara inntøkurnar at liggja um tær 21 milliónirnar.

Tey, sum ikki upplýsa, verða mett í skatti
Í ár gjørdi TAKS av at senda sjálvuppgávu til teirra, sum stovnurin veit hava leigað út gjøgnum Airbnb í 2018.

Ein sjálvuppgáva skal altíð latast inn aftur til TAKS og skal innihalda allar viðkomandi inntøkuupplýsingar.

Øll hava ikki latið inn aftur enn, og tey fáa nú bræv frá TAKS við mettari leiguinntøku og fylgjandi skattarokning. Tá hendir javnan, at fólk letur við seg koma og sendir inn seinkaða sjálvuppgávu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo