At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Tiltøk

Synergi: Kom á skeið um fyrningarfreistir, so tú sleppur undan at missa pening óneyðugt. Skeiðið fær toppkarakter.

Tað kann skjótt rúgva seg upp til nógvar túsund krónur, tú missir, um tú ikki kennir til freistirnar, ella tú ikki hevur eina góða mannagongd fyri innkrevjing.

Fyri fyritøkur, advokatskrivstovur o.o. (Telur 7 lektiónir hjá advokatum)

Skeiðið er ætlað fyritøkum, sum ynskja at hava tjekk uppá fyrningarfreistir og sum ynskja góðar mannagongdir fyri innheinting av útistandandi.

Skeiðið er eisini fyri advokatskrivstovur, sum ynskja at kenna reglurnar um fyrning, bæði egna vegna og í sambandi við ráðgeving av viðskiftafólkum.

Skeiðið telur 7 lektiónir fyri obligatoriska eftirútbúgving hjá advokatum
Hetta skeið er eitt samstarv millum Synergi og JUC. Ert tú advokatur, kunnu vit viðmerkja, at hetta skeiðið kemur undir reglurnar fyri obligatorisk eftirútbúgving og telur 7 lektiónir.

Skeiðleiðarin fekk heili 11,75 eftir 13’skalanum
Skeiðlærarin fekk sera góðar eftirmetingar seinast. Heili 11,75 eftir 13’skalanum. Betri verður tað ikki.

Les alt um skeiðið og tekna teg HER!

Sí eisini skeiðsskránna hjá Synergi  HER!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo