List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Vinna

Smáu útróðrabátarnir hava meira vind í seglunum í ár enn í fjør. Í yvirlitinum hjá Vørn sæst, at ímeðan bátar í bólki 5B í fjør landaðu tilsamans 143 tons í februar, so er sama talið nú meira enn tvífaldað, tí í februar í ár hevur sami bólkur landað 328 tons.

Í summum bygdum, eitt nú í Vestmanna, tosa tey á kajuni um, at hetta líkist "gomlum døgum". Í Vestmanna komu til dømis yvir 30.000 pund uppá land hósdagin. Tann eini báturin hevði yvir 4.000 pund. Tað mesta var fingið vestanfyri og suður úr Mykinesi. Prísurin hevur eisini verið brúkiligur, einar 19-20 kr fyri kilo í miðal.

Yvirlitið hjá Vørn vísir eisini, at bátarnir í bólki 5A, tað eru størru bátarnir, i nøgd hava fingið meira burturúr. Til dømis komu í januar í ár 247 tons uppá land. Tað er meira enn 100 tons meira enn somu tíð í fjør, tá 141 tons komu uppá land hjá tí bólkinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo