Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Framsýningar

Klippfisk skipar fyri filmssummarskúlanum Nóllywood fyri 10. ferð í ár. Í gjárkvøldið settu ungu filmsspírarnir hjá Klippfisk eyðkenda Nóllywoodskeltið upp saman við nólsoyingum. Skeltið, sum nólsoyingar hava bygt, er heili 3 metrar høgt og 26 metrar breitt. 

Teir 16 luttakararnir á Nóllywood eru fluttir til Nólsoyar í 10 dagar, har teir fáa undirvísing í filmsframleiðslu og síðan framleiða teir stuttfilmar í felag. Filmarnir verða vístir í Royndarhúsinum í Nólsoy mikudagin 10. juli kl. 17.

Framleiðslurnar frá undanfarnum árum á Nóllywood kunnu síggjast á youtubesíðuni hjá Klippfisk: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo