Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Vinna

Norðhavið, sum nú gongur undir navninum Cap Blanc, skal halda fram at fiska fyri reiðaríið Fishing Company Cap Blanc NV, sum er skrásett í Willemstad í Curacao. Leigusáttmálin er júst longdur tað sum eftir er av árinum, boðar Sjóvinnustýrið frá.

Norðhavið hevur fiskað uppsjóvarfisk útfyri afrikansku strondini, tí tað hevur ikki loyvi at fiska í føroyskum sjógvi. Føroyskir myndugleikar halda ikki, at treytirnar í lógini fyri eigaraskapi eru loknar.

Northwest Pelagic P/f, sum er felagið aftanfyri Norðhavið, hevur júst latið inn roknskapin fyri 2018, og hann vísir eitt hall uppá 8,7 mió kr. Eginognin er minus 90 mió kr, men grannskoðarin endurtekur viðmerkingina um at veiðurættindi, sum standa bókað til 30 mió kr, helst áttu at verið niðurskrivað til 0, og tá minkar eginognin við somu upphædd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo