Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Onnur tíðindi

Alla vikuna hevur Fab Lab Nordic Boot Camp 2019 verið á Kambsdali. Fab Lab á Kambsdali, ið á Vinnudegnum í heyst bleiv kosið ársins átak, hevur verið vertur fyri stevnuni.

Tiltakið er eitt árligt tiltak, har Fab Lab í norðurlondum møtast og umrøða ymisk viðurskifti av felags áhuga. Hvørji nýggj og spennandi tól eru, hvussu styrkja vit norðurlendska samstarvið og hvussu kunnu vit menna samstørvini við fólkaskúla, miðnámsskúla og universitetsumhvørvi, eru millum spurningar umrøddir eru.

Eitt ynski hevur í fleiri ár verið at formalisera eitt norðurlendskt samstarv, og ætlandi verður hetta samstarvið endaliga skipað á stevnuni á Kambsdali, sum endar í dag.

Fab Lab starvsfólkini hava sjálvsagt eisini nýtt høvið at samstarva um ítøkilig projekt og harvið veita og taka ímóti íblástri frá hvørjum øðrum. Eisini hevur verið vitja ymsastaðni. M.a. á Looknorth í Klaksvík, og vóru luttakararnir sera hugtiknir av tí, sum har fer fram.

Komandi á verður Fab Lab Nordic Boot Camp á Fab Lab í Vestmannaoyggjunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo