Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Vinna

Víðagitni skiparin á útferðarbátinum Norðlýsið fyllir 70 ár næsta leygardag. Men hóast hann soleiðis er farin rættuliga um eftirlønaraldur, hevur hann ongar ætlanir um at rigga av.

Við morgunsendingina hjá Útvarpinum segði hann í morgun, at hann tímir líka væl enn, sjálvt um hann kanska ikki orkar líka væl.

- Vit eru skuldarfrí, tá er tað ikki líka strævið, segði navnframi skiparin og kokkurin millum annað.

Hann nevndi eisini, at ein broyting verður tó, og tað er at mest loyvda tal av ferðafólki hjá Norðlýsinum fer at vera 12 og ikki 50 sum nú. Tá eru krøvini til skipið nakað minni, segði Birgir Enni, og legði afturat, at talan verður um styttri túrar.

Norðlýsið er bygt undir krígnum á Tórshavnar Skipasmiðju úr kanadiskum eikiviði. Síðani síðsti í 80unum hevur tað verið brúkt til útferðir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo