Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vinna

Norðlýsið: Við framferðini hjá Fiskimálaráðnum er ráðið og landsstýrismaðurin, Høgni Hoydal, í ferð við at úthola lóg um fyrisiting av sjófeingi innanífrá.

- OG ístaðin fyri at tosa opið um álvarsomu støðuna, sum Fiskimálaráðið hevur sett nýggju aktørarnar í, roynir Fiskimálaráðið, vísandi til neyðrættartilstandir, at útvega nýggju aktørunum kapital í form av svartkjafti, sum teimum verður loyvt at handla uttanfyri góðkendu verkætlanina - til hægsta prís, skrivar Norðlýsið í næsta svarskrivi sínum til Fjølmiðlanevndina, eftir at Fiskimálaráðið vegna landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, kærdi Norðlýsið til Fjølmiðlanevndina.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo