Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Bob Johnson sheriffur helt tíðindafund í dag. Hann upplýsti at verfaðirin ikki verður revsaður. Hendingin er eitt syrgiligt óhapp

Ein norðmaður í 30-árunum er skotin og dripin av sínum egna verfaðir í Florida, sambært amerikansku løgregluni. Hendingin er eitt syrgiligt óhapp, sigur løgreglan.

Hendingin fór fram sambært Pensacola News Journal týsdagin, beint áðrenn miðnátt amerikanska tíð.

Norðmaðurin fleyg úr Noregi til USA og skuldi taka verfaðirin á bóli í sambandi við at verðfaðirin hevði føðingardag.

Tá ið norðmaðurin kom til húsini hjá verfaðirinum, bankaði hann uppá bakdyrnar, og skuldi hann so goyma seg og so loypa fram og taka verfaðirin á bóli.

Verfaðirin - sum fyrr á kvøldinum hevði havt eina konfrontasjón við onkran í familjuni - var vápnaður tá ið hann lat hurðina upp.

Í sekundunum sum síðan gingu, skjeyt verfaðirin - ein maður í sekstiárunum - og drap versonin við síni semiautomatisku riflu.

Norðmaðurin var raktur í hjartað og doyði á staðnum, skrivar Pensacola News Journal.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo