Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Politikkur

Norðoya Fólkafloksfelag er liðugt við sína uppstilling til løgtingsvalið 2019.

Valevnir okkara eru:

- Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna
- Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður
- Beinir Johannesen, býráðslimur

Vit fara við góðum treysti til eitt løgtingsval og leggja alla orku í at vinna vali og mynda eina komandi samgongu. Vit hava ein greiðan boðskap og vilja fremja okkara politik, sum er øllum føroyingum til gagns og frama.

Norðoya Fólkafloksfelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo