Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Fólkakirkjan: Umsóknarfreistin til tvey bæði embætini sum sóknarprestur í Norðstreymoy var úti á middegi tann 17. juni. Til kallið í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi vóru fýra umsóknir. Tríggir umsøkjarar vóru áhugaðir í kallinum eystanfyri.

Nú hava kirkjuráðini innstillað og valt sær komandi sóknarprestin.

Maria Summers við Skipá, gudfrøðingur, er innstillað sum sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi við sæti í Vestmanna.

Jákup Erlingsson Petersen, virkandi sóknarprestur, er innstillaður sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi við sæti í Hvalvík.

Ætlanin er, at tey bæði taka við kallinum 1. september. Ætlanin er, at Maria Summers við Skipá verður prestvígd í Dómkirkjuni 25. august.

Tað eru kirkjuráðini í prestagjaldinum, ið innstilla sóknarprestin. Biskupur er fyrisitingarligur leiðari. Landsstýrismaðurin í kirkjumálum útnevnir sóknarprestin, og dómprósturin skipar prestin í embætið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo