Satt mansevni sæst ikki góðar og lagaligar løtur, men bert tá ein stendur í mótburði og stríði
- Martin Luther King
Politikkur

Tann føroyska tjóðin hevur í ár hátíðarhildið, at tað eru 100 ár liðin, síðani Merkið, okkara vakra flagg, fyrstu ferð alment varð borið fram.

Nógv er gjørt burturúr at heiðra Merkið.

Tey føroysku træseglskipini gjørdu ferð til Danmarkar, har skrúðgonga var í Normandsdalen, og somuleiðis varð hátíðarhald í Suðuroy, tá ið seglskipini komu aftur, har Merkisgudstænasta var í Fámjin og eisini tiltøk í Salt á Tvøroyri.

Men hvat ger Norðurlandahúsið?

Jú, henda dagin, beint upp undir okkara kristnu tjóðarhátíð, strika tey tað hundrað ára gamla krossmerkið og vinda fyri fyrstu ferð lgbt-flaggið í húnar hátt.

Eg haldi, at hetta er óhugnaligt, og má bara spyrja, hvat tey billa sær inn!

Og eg vil gjarna fortelja Norðurlandahúsinum og stjóranum, sum er farin at reka politikk í Føroyum, at tað føroyska flaggið, okkara alra tjóðarmerkið, er eitt flagg, sum fevnir øll menniskju og inkluderar øll.

Men ger lgbt-flaggið tað?

Lgbt umboðar í øllum førum eina kynsneutrala ideologi, eina ideologi, sum roynir at pota niður í fólk og ikki minst niður í okkara verjuleysu børn, at kyn er nakað, sum tú sjálvur kanst velja, og sum tú kanst spæla við.

– Alt skal bera til!

Boðskapurin er, at kyn er ikki tað, sum tín kroppur sigur, tú ert – annaðhvørt maður ella kvinna.

Nei, harafturímóti er kyn ein sosial konstruktión, sum byggir á tínar kenslur.

Øll skulu nú hava rætt til at konstruera sín egna kynssamleika.

Hesari óhugnaligu ideologi tekur ein stórur meiriluti av føroyingum ikki undir við!

Tað eri eg sannførdur um.

Norðurlandahúsið er ein almennur stovnur, sum eisini fær fígging av løgtingsins fíggjarlóg, og hann eigur tí at syrgja fyri at virða føroyska lóg og føroyska siðvenju!

Eg haldi, at hetta er at vanvirða tað føroyska flaggið, og sum løgtingsmaður, sum í mong ár havi verið við at játta pening til Norðurlandahúsið, mótmæli eg harðliga!

Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo