Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Framsýningar

BirkBloggur: Á hvørjum ári eru norðurlendskir filmsdagar í Lübeck í Týsklandi, har nýggjastu filmar verða sýndir, stuttir og langir, spælifilmar og heimildarfilmar.

Í ár vóru 250 sýningar við 185 filmum.

Høvuðsvirðislønin fór til íslendski filmin Hjartasteinn. Hetta er fyrsti spælifilmur í fullari longd, sum Guðmundur Arnar Guðmundsson (f.1982) hevur gjørt. Hann sæst høgrumegin á myndini omanfyri.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo