Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

Kristiligi Fólkaflokkurin í Noregi er farin upp í norsku stjórnina og gevur harvið norska forsætisráðharranum Solberg eina meira stabila stjórn.

Teir fýra norsku flokkarnir Høgra, Framburðsflokkurin (FrP), Vinstri og Kristiligi Fólkaflokkurin (KrF) hava góðkent eitt stjórnargrundarlag.

Tí boðar Erna Solberg frá í kvøld.

Leiðarin í Kristiliga Fólkaflokkinum, Knut Arild Hareide, legði frá sær, tá ið flokkurin hevði avgjørt at fara upp í stjórnina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo