Halstensen reiðaríið í Noregi hevur júst fingið "Granit" sum skal brúka alt av fiskinum, sjálvt sevjuna, ella límvatnið, sum tey siga, skal ikki í havið aftur men kókast saman við mjølinum.
Trolarin skal bæði fiska tosk, hýsu, upsa og rækjur og framleiða lidnar vørur umborð.
Trolarin er smíðaður í Turkalandi, og kostar 350 milliónir norskar krónur, skrivar Fiskeribladet.
Hann kom til Noreg í gjár, fekk navn í dag og fer beint til fiskiskap.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo