Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Norska nótaskipið Herøy er á veg at blíva keypt til Sørvágs.

Norski miðilin Vestlandsnytt skrivar, at skipið er selt til Føroya, men skrivar ikki hvør keyparin er.

Men VP veit, at tað er reiðaríið hjá Tummas Henriksen í Sørvági sum hevur keypt skipið.

Norski miðilin skrivar, at yvirtøkan fer fram 30. apríl.

Sambært keldunum hjá VP hevur Tummas Henriksen tó í sáttmálanum tryggjað sær, at keypið er treytað av, at reiðaríið fær lut í teimum menningarkvotunum, sum landsstýrið arbeiðir við at býta út.  

Tað hevur ikki borið til at fáa eina viðmerking frá Tummas Henriksen í morgun.

Nótaskipið Herøy er bygt á Myklebust Mek. Verksted AS, Gursken í 1997 og hevur fyrr itið Zeta.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo