Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Tað skrivar norski miðilin Møre, sum hevur tosað við norska arkitektin Stefan Ekberg, sum eisini hevur teknað høllina á myndini, Volda Campus Sparebank 1 Arena.

Møre skrivar at høllin, sum arkitekturin hevur teknað fyri Volda Campus Arena AS, er løgd merki til, og skal Ekberg gera eitt forprosjekt "til nýggja tjóðararena til innanduraítróttina í Tórshavn, høvuðsstaðin í Føroyum."

- Forprosjektið skal gerast klárt fyri jól, skrivar miðilin.

– Arbeiðið við nýggju ítróttahøllini her í Volda hevur beinleiðis ført til uppgávuna í Tórshavn, sigur arktitekturin.

– Føroyingar hava hugt seg umkring eftir prosjektum sum hava verið relevant til teirra tørv, og tá komu teir fram á Volda Campus Sparebank 1 Arena.

- Men prosjektið í Tórshavn verður nakað størri, sigur aktitekturin.

- Hugsanin er at nasjonala ítróttasambandið skal samskipa nýtsluna av høllina og ikki ávíst felag.

- Høllin skal gerast eftir sama konsepti sum í Volda og til 3000 áskoðarar.

- Anleggið skal eisini hava konserthøll til 5000 áhoyrarar. Men parkeringskjallari verður ikki, sigur Ekberg.

Sum VP skilur eru longu einar 30 milliónir skaffaðar til prosjektið, og eru tað fleiri føroyskar fyritøkur og feløg sum hava sagt seg vilja stuðla tí.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo