Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vinna

Norski netmiðilin Kyst.no ger í dag nógv burtur úr stóru vanlukkuni hjá Bakkafrost í farnu viku, har 750.000 alilaksar doyðu.

Samrøða er við Regin Jacobsen, forstjóra í Bakkafrost, og við Lars-Johan Naustvoll, granskara hjá almenna norska Havgranskingarstovninum. 

Norski granskarin hevur í longri tíð hevur granska í vistskipanini hjá skaðiligum algum og vakstrardynamikkin. Hann greiðir frá, at vera stórar mongdir av tø latnar út í ein fjørð vil tað økja um saltmongdina, sum aftur vil stimbra alguvøksturin.

Frá null til suppu upp á eina viku
- Taðing kann viðføra eina tvífaldan ella trýfaldan av mongdini av algum í umhvørvinum, sigur Naustvoll við Kyst.no.

- Alguvøksturin er tengdur at slagnum, men ein alga kann deila seg minst eina ferð um døgnið, kanska skjótari. Upp á eina viku kann ein stórur vøkstur gera, at tú fert frá null til næstan suppu.

Granskarin leggur tó dent á til síðst í samrøðuni, at tað eru nógvir faktorar, ið avgera vøksturin. Tí er tað ov tíðliga at gera nakra endaliga niðurstøðu, áðrenn kanningarnar eru lidnar.

Meira kann lesast í greinini her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo