Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Vinna

Boeing 737 MAX 8 flogfar hjá Norwegian noyddist í dag at lenda í Vatry-floghavini við París á veg úr Málaga til Stokkhólm.

Tað skrivar check-in.dk.

Flogfarið hevur síðani 12. mars 2019 staðið í Malaga, men nú ætlaði Norweigan at flyta tað til Stokkhólm  og fór tað á flog í dag klokkan kl. 08.42 lokala tíð sum rutunummar DY8922.

Flogfarið náddi tó ikki longur enn til Norður-Frakland, tá ið tað var biðið at seta seg aftur av bæði fronskum og týskum loftferðslumyndugleikum.

Tí stendur flogfarið nú á Aérport Paris-Vatry, skrivar check-in.dk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo