Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Tónleikur

Øll fýra ABBA fólkini møttu upp í smbandi við at Benny Ulvaeus hevur latið upp eina musikkmatstovu í Stokkhólmi, undir heitinum “Mamma Mia, The Party!”

Samstundis, sum fólk kunnu eta og drekka, so verður ABBA tónleikur framførdur live í “Mamma Mia, The Party!”, tó ikki av originalu ABBA fólkunum.

Matstovan lat upp í gjárkvøldið, 20. januar, og til høvið vóru øll tey fýra frá legendariska ABBA á sama stað fyri fyrstu ferð í 8 ár.

Myndin er tikin í gjárkvøldið og sýnir hvussu Bjørn, Anni-Frid, Agneta og Benny síggja út í dag. Tey hildu saman í 10 ár og hittaðu um allan heimin við sínum tónleiki.

Tað eru longu 34 ár síðan tey góvust, men fólk hava avgjørt ikki gloymt tónleikin. T.d. hevur ein ABBA-musical koyrt í London fyri fullum húsum í áratíggju.

Meira kann lesast um tað her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo