Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Vinna

Føroyska Sjómansmissiónin: - Vit royndu eftir svartkjafti í altjóða sjógvi vestanfyri Írland og vóru í holt við at hála, tá vit fingu ein tjúkkan enda av “spektráði” um skrúvuna. Tíverri skaddi hann pakkdósina, so vit máttu bróta túrin av og fara í dokk.

Tað sigur annar av maskinmonnunum umborð á Jón Kjartanssyni, Stéfan Herbertsson.

-Aksilin mátti úr og eftirhyggjast, og pakkdósin skiftast. Teir hjá Mest eru nú í holt við at savna alt aftur, og vit vóna at sleppa út úr dokkini á Skála seinni í vikuni, sigur Stéfan.

-Vit báðir maskinmenninir hava tikið hond í ymiskt, meðan vit hava verið her síðani 6. mars. Hetta er eitt gamalt skip, so tað er altíð okkurt at gera, um ein vil tað. Skipið er umbygt fleiri ferðir og er nú til sølu, tí reiðaríið hevur keypt ein nýggjan Jón Kjartasson. Hetta skipið fiskar tí bara svartkjaft, sigur Stéfan.

Hann sigur eisini, at nú fiskivinnuavtalan millum Føroyar og Ísland er undirskrivað, verður skipið siglt vestur til Miðvágs. Har skal tað liggja til svartkjafturin kemur í føroyskan sjógv og so verður farið aftur til fiskiskap.

Meðan Jón Kjartansson hevur staðið í dokkini, hava bara tveir maskinmenn verið umborð. Hinir níggju flugu til Íslands.

Jón Kjartansson er bygdur í Svøríki í 1978 og longdur í 1996. Hann er 74 metrar langur, 12 metrar breiður og lastar 2200 tons. Í 1999 fekk skipið ein nýggjan motor, ein 7500 HK. Wartsila.

Skipið hevur eisini kallast Hólmaborg og Eldborg. Tað er reiðaríið hf Eskja á Eskifirði, sum eigur Jón Kjartasson.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í dag og fekk eitt gott prát við Stéfan. Tíð var eisini til eitt Guds orð og bøn var biðin fyri skipi og manningini.

Teimum umborð á Jón Kjartanssyni og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo