Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Betri deildin, 13. umfar: Toppliðini NSÍ og Víkingur avgreiddu sína skyldu, tá tey í kvøld hittu ávikavist AB og EB/Streym.

NSÍ vann 2-0 á heimavølli ímóti AB, meðan Víkingur vann 4-1 á útivølli ímóti EB/Streymi.

Sølvi Vatnhamar (15, brotsspark), Dion Splidt og Philip Djordjevic (69 & 92) skutu málini hjá Víkingi, meðan málslúkurin Klæmint Andrasson Olsen (57 & 75) skjeyt málini bæði hjá NSÍ. Einsamalla málið hjá sundalagsmonnum skjeyt Ragnar B. Danielsen (86, brotsspark). 

Í morgin spæla TB-B36 og ÍF-HB í bestu deildini. Báðir dystirnir byrja kl. 15.

Støðan í Betri deildini:
1. KÍ 32 stig (13 dystir)
2. NSÍ 31 stig (13 dystir)
3. Víkingur 29 stig (13 dystir)
4. B36 27 stig (12 dystir)
5. HB 21 stig (12 dystir)
6. Skála 15 stig (13 dystir)
7. TB 12 stig (12 dystir)
8. EB/Streymur 7 stig (13 dystir)
9. ÍF 4 stig (12 dystir)
10. AB 4 stig (13 dystir)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo