Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Tiltøk

Armbond til Summar Festivalin fáast á ymiskum støðum kring landið.

Atgongumerki til Summar Festivalin 2019 skulu býtast um við armbond fyri at sleppa inn á festivaløkið.

Longu nú ber til at fáa armbond á fleiri støðum kring landið, og armbond fáast eisini við inngongdina, tá ið festivalurin byrjar.

Armbond fáast nú á hesum støðum:
Telebúðin í Klaksvík, Saltangará og á Tvøroyri
Torgið í SMS í Havn
Norðoya Sparikassi í Klaksvík og Miðlon í Havn
Effo-støðin í Leirvík
Við inngongdina til festivalin, tá ið festivalurin byrjar

Summar Festivalurin byrjar hósdagin og heldur fram til leygardagin. Heitt verður á fólk um at fáa sær armband uppá áðrenn festivalin fyri at lætta trýstið á inngongdina, tá ið festivalurin byrjar.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo