Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Smyril Line: Summarsiglingin er av á hesum sinni, og vetrarsiglingin byrjar komandi mánadag.

Norröna hevur í summarsiglingini siglt tvær ferðir til Danmarkar og eina ferð til Íslands um vikuna.

Í vetrarsiglingini fer Norröna at sigla eina ferð til Danmarkar og eina ferð til Íslands um vikuna. Skipið hevur verið at kalla fult allar fráferðirnar bæði til Íslands og Danmarkar. Føroyingar ferðast al oftast til Danmarkar, har tey annaðhvørt vitja familju og vinir, ella gera sær dælt av góðu frítíðarstøðunum. Eisini eru tað nógv, sum koyra suður til heitari lond og uppliva nógvar ymiskar og áhugaverdar mentanir á sama teini.

Ferðamálið Ísland er sera væl dámt millum útlendingar, men eisini føroyingar eru at hóma á túrunum til Íslands. Flestu teirra koyra runt Ísland og uppliva stórslignu og áhugaverdu náttúruna, har blíðskapurin hjá íslendingum er í hásæti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo