Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum
Krutl

Hjúnini úr Morgan City í Louisiana, USA, hava livað saman í heili 70 ár.

Parið fann saman sum ung, og góvu hvørjum øðrum sítt ja 24. november 1946.

Men á sjálvum brúdleypsdegnum vóru ongar brúdleypsmyndir tiknar, tí eingin av gestunum átti eitt myndatól.

Endiliga fekk abba- og ommudóttirin Amanda gjørt nakað við tað.

Tá ið parið skuldi halda stóra dagin fekk hon ein myndamann at taka myndir av teimum, skrivar Huffington Post.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo