Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Tiltøk

SynergiSend tína tilnevning og verð við til at ávirka, hvørji gerast Ársins leiðarar 2019. Ein innan privata vinnulívið og ein innan tað almenna.

Fyriskipararnir vóna at fáa eina rúgvu av tilnevningum. Øll eru vælkomin at senda fleiri uppskot inn. Einasta treytin er, at tað skal verða ovasti stjóri/leiðari á einari  fyritøku/stovni/felag ella nevndarforkvinna/-maður.

Freistin at tilnevna er 16. januar 2019.

 Tilnevn Ársins leiðarar her!

Dómsnevndin tekur endaliga støðu til, hvør er skikkaður, og hvørji verða kosin Ársins Leiðarar 2019.

Í 2018 gjørdist Frimodt Rasmussen,  stjóri Klaksvíkar Sleipistøð, Ársins leiðari innan tað privata og Páll Isholm, rektari á Miðnámi á Kambsdali, gjørdist leiðari innan tað almenna.

Stóra tema á Leiðaradegnum 25. januar 2019, er “Skal tað geva meining”

Les alt um Leiðaradagin HER!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo