Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Um tú gevur eina peningagávu til at endurbyggja býir, sum eru oyðilagdir av kríggji, so hevur tú møguleikan at vinna ein Lamborghini - við undirskrift frá pávanum á motorlúkuni.

Umframt at vinna ein Lamborghini, so fær vinnarin eisini eina ferð til Rom og møguleika at møta pávanum.

Bilurin hevur verið til sølu einaferð fyrr. Tað var á kendu uppboðssøluni Sotheby's. Hægsta boð var $800.000, men bjóðarin flutti ongantíð pengarnar fyri bilin.

Kappingin er at finna her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo