Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Mítt tastatur

Facebook kókaði í gjár, tí flogfar hjá einum felag ikki setti seg á flogvøllinum, meðan flogfar hjá hinum flogfelagnum setti seg.

Fagnaðurin var stórur, og kann sammetast við at føroyska landsliðið í fótbólti hevði vunnið landsdyst móti danska landsliðnum.

Men talan var als ikki um ein landsdyst millum Føroyar og Danmark. Talan var um flutning av ferðafólkum hjá tveimum flogfeløgum.

Talan var um at danska flogfarið ikki setti seg, meðan flogfar hjá føroyska flogfelagnum setti seg.

Orsøkin til, at danska flogfarið ikki setti seg, var tí at sýnið var ivasamt, og tað sama gjørdi seg galdandi, tá ið flogfar hjá føroyska flogfelagnum setti seg.

Hesi tíðindi fóru sum skógareldur um alt landið, og eisini miðlar tóku tíðindini upp.

Lagt var upp til ein landsdyst millum Føroyar og Danmark, har Føroyar høvdu vunnið 1-0.

Facebook kókaði við hálovandi viðmerkingum eftir "landsdystin".

"1-0 til Atlantsflog", stóð skrivað á Facebook nú um dagarnar, og var tað eitt starvsfólk hjá Atlantsflog, sum skrivaði tað.

Vága Floghavn steingir ikki vøllin í útgangsstøðinum, tá ið talan er um sýnið. Tó er møguligt at steingja vøllinum í sambandi við sýnið, um lent verður við vestara enda.

Vága Floghavn steingir bara vøllin, tá ið talan er um turbulens. Tað vil siga, fer turbulensurin upp um eitt vist, so steingir vøllurin.

Viðvíkjandi sýninum, so er tað flogskiparin sum avgerð, um lent verður ella ikki.

Men tað er mark fyri, hvussu nógvar fót sýnið skal vera, at ráðiligt er at seta seg. Tað vil siga, at skal trygdin setast í hásæti, sum hon altíð skal, so eigur ikki at farast niður um so og so nógvar fót.

Flogferðslan er so trygg í dag, sum hon ongantíð hevur verið fyrr.

Hinvegin so vísa kanningar, at tær flestu, ja, allarflestu, flogvanlukkurnar henda av mannaávum.

Tí verður í yvirskriftini sagt, at nú má kappingin, sum er íkomin í flogvinnuni, ikki ganga út yvir trygdina.

Vit mugu eisini hava í huga, at føroyska flogfelagið hevur góðar og drúgvar royndir at flúgva í Føroyum og hevur eisini vælment tól til hesa flúgving, og kennir øll viðurskiftini á og við flogvøllin hvat veður og vindi viðvíkur.

Somu royndir og vitan og tól hevur danska flogfelagið helst ikki.

ólavur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo