Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

At telvingar um valdsbýti fara fram eftir valúrslitið er greitt, er einki nýtt. Soleiðis hevur altíð verið og fer eisini altíð at verða.

Tað sum er hent í Havnini er heldur einki undantak, sum væl skiljandi er.

Avtalur eru gjørdar, sviknar og nýggjar avtalur gjørdar, og eftir stendur nú – fyribils væl at merkja – snildasti vinnarin.

Men Havnin, høvuðsstaður okkara, hevur annað uppborið og annað fyri neyðini enn partapolitiskt snildi, og spurning um persónligan valdshug, sum higartil havur staðið ovast á breddanum síðani valkvøldið 8. november.

Høvuðsstaðurin hevur meira brúk fyri eini tryggari leiðslu, sum kann fremja skilagóðar langtíðarloysnir enn navnið á honum ella henni, sum fær sæti á ovastu rók.

Einum býarstýri, sum við ideologiskum samróðri, best verður ført fyri at átaka sær framtíðar stóru avbjóðingar til frama fyri borgaran, - ikki bert í Havn, men um landið alt.

Er nøkur sum helst meining í at stilla upp partapolitiskt, er einki meira natúrligt enn at tveir flokkar sum Javnaðarflokkurin, - enntá sum hin størsti, og Tjóðveldisflokkurin, við sínum rimmar valúrsliti, gjørdist næst størsti flokkur, finna saman, og so mugu persónsspurningar koma í aðru røð.

Gera hesir flokkar ikki tað, hava teir í felag borðreitt fyri einum munandi styrktum Fólkaflokki, - størsta politiska mótsetninginum, og hava harvið bitið høvdið av allari skomm.

Vónandi fara hesir báðir flokkar at nýta vanligt politiskt vit og skil.

Tórfinn Smith

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo