Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Mítt tastatur

Tað gevur onga meining, at Atlantic Airways skal uppføra seg sum eitt privat felag í kapping. Tí tað er tað ikki

Tá føroyingar ferðast innanlands kostar tað ímillum lítið og onki. Ferjur, bý- og bygdabussar eru serstakliga bílig hjá føroyingum at brúka, og tað er tí almennu Føroyar vilja, at so skal vera. So kann man vera samdur ella ósamdur í, um tað er tað rætta, men soleiðis er tað.

Tað er nakað annað við flúgving. Nú vil landið tjena uppá hugin (ella tørvin) hjá føroyingum at koma sær av landinum av og á. Fyrst skulu vit gjalda ferðaavgjald og síðani nógv størri prís fyri ferðaseðilin enn neyðugt, so landið kann skúma róman. Tí landið eigur Atlantic Airways við húð og hár.

Hví skulu vit gjalda nærum onki fyri at ferðast innanoyggja, men so skjótt sum vit ætla okkum av landinum, antin fyri at halda eina væl uppiborna feriu ella tí vit noyðast, so skal hetta skattast sum marglæti?

Hevði tað ikki verið ein fín gáva til føroyingar um tað almenna gjørdi av, at nú á døgum er tað ein sjálvsagdur rættur hjá føroyingum at ferðast líka bíliga av landinum sum innanoyggja?

Hví skal Atlantsflog hava fleiri milliónir í vinningi hvørt ár, ímeðan Strandfaraskip Landsins fáa pengar frá tí almenna fyri at halda prísin hjá brúkarunum so lágan?

Hvør ger av, at 700 krónur er bíligt fyri ein ferðaseðil?

Hví skal tað vera hepni sum ger av, um tú klárar at fáa ein ferðaseðil sum er keypandi, tá tú av eini ella aðrari orsøk noyðist av landinum í eini knappari vend og ikki hevur havt møguleikan at leggja ætlanir fleiri mánaðir frammanundan?

Landið skúmar róman, tað vita vit.

Men hvør annar?

Leiðsla og nevnd?

Hvussu sær bonuspolitikkurin hjá Atlantic Airways út?

Í øllum førum kunnu vit nú staðfesta, at príspolitikkurin hjá almenna føroyska flogfelagnum er so grovur, at so nógv verður tikið í ovurprísi, at onnur útlendsk feløg halda, har er okkurt at koma eftir.

Og tey skulu vera vælkomin!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo