Ein vinur er ein sum veit alt um teg - og kortini er góður við teg
- ókendur
Krutl

- Atlantic Airways er eitt flogfelag, sum er vorðið til av føroyingum, og okkara fremsta uppgáva er at knýta Føroyar nærri umheiminum og at knýta oyggjar saman og skapa tryggleika. Harumframt skal felagið tryggja eitt gott og regluligt samband við útheimin. Tað sigur Atlantsflog í tíðindaskrivi í morgun.

Um ársskiftið kemur nýggja Airbus320 flogfarið hjá Atlantic Airways til landið. Flotin hjá Atlantic Airways telur tá trý Airbus flogfør og tvær Agusta Westland tyrlur og er ein tann yngsti flotin í heiminum við einum miðalaldri á uml. tvey ár.

Í hesum sambandi vil Atlantic Airways vita frá føroyingum, hvussu skulu flogførini og tyrlurnar eita?

Luttøka er treytað av, at tú sendir uppskot inn til øll trý flogførini og báðar tyrlurnar. Talan er sostatt um fimm nøvn.

Og Atlantsflog vil, at nøvnini skulu standa seg væl einsamøll, men eisini sum ein heild, nøvnini skulu endurspegla føroyskan samleika, nøvnini kunnu hava søguligan týdning.

- Send uppskot títt inn saman við eini stuttari frágreiðing um, hví tú hevur valt júst hesi nøvnini. Skriva í mesta lagi 1 A4 síðu, sigur Atlantic Airways.

Vinningurin er tveir ferðaseðlar á rutunetinum hjá Atlantic Airways umframt 5.000 krónur.

Atlantic Airways tilskilar sær rætt til ikki at taka av nøkrum av teimum uppskotum, sum koma inn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo