Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Nú skulu plastposarnir, sum handlar vanliga lata kundunum at bera vørurnar heim í, ikki longur vera ókeypis.

Tað er eitt av nógvum tilmælum sum Umhvørvisstovan hevur latið landsstýrinum sum vil vita, hvussu dálkingin frá plasti kann avmarkast.

Sum tað er í dag, so kunnu handlar taka gjald fyri plastposar, men tá er tað ikki tí at talan er um eitt avgjald, sum landið hevur lagt á, sum tað til dømis er í Danmark, har tað ikki er loyvt at útlevera ókeypis plastposar til kundarnar. 

Ímillum átøkini sum mælt verður til er eisini ein kunningarherferð, sum skal fáa fólk at skilja, hvussu illa plast dálkar, og fáa tey at broyta hugburð.

Sagt verður millum annað eisini, at tað er ein skeiv fatan, at plast so við og við verður niðurbrotið í náttúruni.

- Veruleikin er, at plast í náttúruni als ikki verður niðurbrotið, men verður við tíðini pettað sundur av veðri og vindi til smærri og smærri petti, og verður at enda til mikroplast, sum smáir plastbitar, minni enn 5 mm. Størsta einstaka keldan til mikroplast verður hildin at vera slit av bildekkum. Aðrar keldur eru slit av asfalti, klæðum, fótbúnaði, uppmerking av vegum og onnur máling. 

Les øll tilmælini og frágreiðingina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo