Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu vísti fyri nøkrum árum síðan á eitt øki í Flatnahaga, sum kundi brúkast til eina fjallasúkklubreyt, ið lýkur altjóða krøv og kann brúkast til til dømis oyggjaleikir, NM og líknandi kappingar.

Seinni gjørdi Fjallasúkklufelagið eitt uppskot til staðseting av eini fjallasúkklubreyt, har talan var um eina breyt, sum kundi brúkast bæði til kappingar á høgum støði og til óroynd. Uppaftur seinni er so broytt uppskot gjørt, har Fjallasúkklufelagið sjálvt stendur fyri arbeiðinum við sjálvbodnari arbeiðskraft.

Býarskipanardeildin tekur undir við hesum uppskotinum hjá fjallasúkklufelagnum, men hevur gjørt vart við, at tey mugu samskipa virksemið við Føroya Ríðingafelag, sum er nærindis økinum. Uppskot til brúksavtalu er eisini gjørt.

Byggi- og býarskipanarnevndin og fíggjarnevndin hava nú samtykt málið, sum kemur fyri á býráðsfundi í annaðkvøld 30. oktober.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo