Nú verður standmynd av Elinborg Lützen, myndlistakvinnu, reist í Klaksvík.
Henda standmynd er tann fyrsta av sínum slag, reist navngivnari kvinnu í Føroyum.
Norðlýsið skrivar, at Mentanarnevndin hjá Klaksvíkar býráð setti í 2017 ein verkætlanarbólk, at arbeiða við at reisa standmyndina – eitt minni, um Elinborg Lützen, myndlistakvinnu, ið hevði fylt 100 ár 26. juli 2019 – hetta eftir uppskoti frá Edward Fuglø, umvegis Norðoya Listafelag.
Tað er Karl Heri Joensen, sum stendur fyri arbeiðinum at gera økið byggibúgvið við parkeringsøki ovast, steinsettum gøtum, lágum ljóssteyrum, bonk-øki, blomsturbed sett við bøllugróti og so økið har sjálv standmyndin, sum Hans Pauli Olsen, myndhøggari ger, skal standa.
Les meira her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo