Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Innlendis ítróttur

Frá 29. juni til 2. juli verður NUM 2018 (Nordisk Ugdomsmesterskap) hildið í Larvik í Noregi.

Talan er um eina ungdómskapping har skjúttar úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Íslandi og Føroyum fara at kappast. Og hava vit tríggir skjúttar ið fara at luttaka, Aleksandur Leitisstein, Hans Jákup Højgaard og Sámuel Petersen, allir tríggir compoundar og úr bogaskjótifelagnum Ørvi í Runavík. 

Í alt vera tað áleið einir 280 skjúttar sum fara at kappast í teimum ymisku bólkunum. Í bólkinum ‘Compound Cadet Men’ har okkara skjúttar skula kappast eru tað 14 skjúttar.

Møguleiki verður at fylgja kappingini á leinkjuni her

EM í Póllandi
Mánaðarskifti august/september fara tríggir av okkara skjúttum til Póllands at luttaka í EM kapping - ‘European Archery Championships’. 

Skjúttarnir ið fara til Polen at luttaka í EM eru, Jóannes Poulsen og Nikkel Petersen úr bogaskjótifelaginum Ørvi í Runavík og Jógvan Niclasen úr bogaskjótifelaginum Tambar í Havn, allir tríggir eru compound skjúttar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo