Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Skúli

Í gjárkvøldið vóru vinnukavaranæmingar frá kavaraskúlanum til munnliga og skrivliga roynd í Tórshavn.

Royndirnar gingu av tí allar besta og fingu næmingarnir ómetaliga gott úrslit.

- Vit á vinnukavaraskúlanum ynskja vinnukavarunum Jógvan Lisberg​, Debes Sivertsen​ og Niels á Reynatúgvu​ hjartaliga tillukku við prógvinum og góðum avrikum, sigur kavaraskúlin í tíðindaskrivi.

Á myndini er næmingarnar saman við próvdómaranum Hera Mørkøri eftir seinastu royndina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo