Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Yvir 4.000 fólk eru deyð higartil í ár av meslingum í Demokratiska Lýðveldinum Kongo, skrivar Unicef í eini fráboðan. Yvir 200.000 eru smittaði við meslingum.

Yvir 90% av teimum deyðu eru børn undir 15 ár.

- Hetta er meira enn tríggjar ferðir so nógv sum alt árið í fjør, skrivar Unicef, sum er felagsskapurin hjá ST við ábyrgd av heilsuni hjá børnum.

Herviliga Ebola sjúkan, sum onki tamarhald er á, er sostatt yvirhálað av meslingunum sum tann mest álvarsama og deyðiliga sjúkan í miðafrika. Bert gott og væl helvtin av fólkunum í landinum eru koppsett ímóti meslingum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo