Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Altjóðagerðin setir størri krøv til so mangt, eisini til hvussu eitt bókhald sær út. Eitt nú er tað ikki óvanligt í dag, at føroysk bókhald og roknskapir í veruleikanum eru at finna uttanlands, tí tey eru talgild og á netinum. Tað er eisini í lagi, men nýggja lógin ger tað eitt nú lættari hjá føroyskum myndugleikum at kunna gera sítt arbeiði og eftirlit, sjálvt um roknskapartilfarið ikki finst í Føroyum.

Nýggju ásetingarnar gera eisini, at roknskapartilfarið nú kann vera talgilt.

Felagið Føroyskir Grannskoðarar siga í sínum hoyringssvari, at tey sakna eina greiða áseting um, at talan grundleggjandi er um trúnaðartilfar.

Løgtingið samtykti einmælt uppskotið í vikuni. Tað kemur til triðju viðgerð mánadagin og verður har væntandi endaliga samtykt.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo