Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Vinna

Alarm.fo er ein nýggj føroysk app, sum kunnar um týdningarmikil viðurskifti í samfelagnum. Til dømis broytingar hjá Strandfaraskipum landsins, broytingar í innheintingini hjá IRF, grindaboð, kunning frá kommunum um t.d. dálkað vatn, kunning frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni um afturtøku av spiltum vørum v.m.

Á Alarm.fo ber til at gera avmarkingar, so tú einans fær tí kunning, ið er viðkomandi fyri teg.  Við at velja evni og øki í landinum, fær tú júst tað, tær tørvar. 

Fá tær appina
IRF viðmælir, at borgarar og limakommunur okkara fáa sær hesa ókeypis appina á fartelefonina, so at tær kunnu fáa betri og skjótari kunning.

IRF fer eisini framyvir at kunna á heimasíðu, facebook og í miðlunum annars. Men skjótasti hátturin at fáa kunningina, er óivað gjøgnum alarm.fo.

Appin eitt frambrot, metir stjórin hjá IRF
IRF hevur ofta tørv á at fáa eina fráboðan út til nógv fólk. Her meta vit, at appin hjá alarm.fo er ein góður háttur, at fáa boðini út, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF.

Nú miðla nýtslan alsamt broytist og fleiri nema sær kunning á fartelefonini, so hevur IRF eisini valt at senda boðini út her.

– Vit vóna, at fólk fara at nýta hesa appina, so tey á ein skjótan og lættan hátt kunnu fáa  neyðugar fráboðanir frá okkum, sigur Poul Andrias.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo