Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Onnur tíðindi

Í dag verður nýggj heimasíða við kortum og lendisdátum avdúkað. Tað eru Talgildu Føroyar og Umhvørvisstovan, sum í samstarvi hava gjørt nýggju síðuna, og verður tað landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, sum fer at avdúka síðuna á samkomu í Smæruni í Havn nú fyrrapartin.

Eitt av aðalmálunum er at gera lendisdáturnar, sum eru talgildar upplýsingar um landafrøðilig viðurskifti, atkomuligar og nýtiligar hjá øllum.

So nú fer at bera til gera síni egnu kort og t.d. heimasíður við neyvum og dagførdum lendisupplýsingum.

Umhvørvisstovan umsitur føroysku lendisdáturnar og yvirtók fyri stuttum kortmyndugleikan úr Danmark.

Kortal.fo, sum nógvir føroyingar brúka dagliga, er partur av nýggju heimasíðuni. Afturat kendu kortunum á kortal.fo eru fleiri stakkort og vevtænastur á nýggju síðuni.

Heimasíðan er liður í arbeiðinum hjá Talgildu Føroyum at talgilda og gera grundardátur atkomuligar fyri føroyingar.

Grundardátur eru grundleggjandi upplýsingar um Føroyar og føroyingar Umframt lendisdáturnar skulu Føroyar eisini hava talgildan matrikul, tinglýsing og virkisskrá.

Allar hesar dátur verða standardiseraðar og góðskumentar so samfelagsnyttan verður sum størst.

Kortdáturnar hava Talgildu Føroyar fríkeypt, so tær kunnu gerast frítt atkomuligar fyri øll.

- Talgildar grundardátur skapa støði undir nýggjum hentleikum í øllum føroyska samfelagnum. Almenni og kommunali geirin fáa møguleika at effektivisera dagligu fyrisitingina.

- Samstundis kunnu privatar fyritøkur frítt heinta lendisdátur, og brúka tær til at menna nýggjar, skynsamar loysnir og tænastur.

- Sostatt er nýggja heimasíðan ein týðandi varði í føroysku grundardátunum, sigur Nicolai Mohr Balle, verkætlanarstjóri í Talgildu Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo