Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Mítt tastatur

Jan Lamhauge er settur á nýggja sendirøð í Kringvarpinum. Heitið á sendirøðini er "Brøðra Stopp".

Upplýst verður í stuttum tíðindaskrivi frá programmleiðaranum í Kringvarpinum í dag, at í fyrstu sendingini skal Jan Lamhauge kanna Fjarhitafelagið við denti á átrúnaðarligt knýti hjá leiðsluni.

Arbeiðsheitið er "Bara samband uppeftir".

Onnur Brøðrasendingin viðger tær ábendingar, sum nýggi landsbókavørurin legði fram í vikuni, tá hann varpaði ljós á framtaksdriftir hjá Klaksvíksmonnum í nútíðarskaldskapi úr Havn.

Arbeiðsheitið er "Hjá einum babsabassi úr Klaksvík er einki sum eitt fríggj í kjallaranum í Ebenezer".

Sendingin verður liðug á ólavsøku, tá tað er fríggingarmyrkt.

Triðja gravandi sjónvarpssendingin, sum Jan fer í holt við í Kringvarpinum, hevur heitið "Er tað betri í Grøv Nummar 13".

Jan skal diskutera íbygda tonalitetin, klangin og stevið í fylgispælinum hjá Súna Schwartz, sum er nýggjur limur í endurreista Dynamitt.

Sendingin verður frumsýnd á stórskíggja á Vágsbøi eftir midnáttarsangin á Summarfestivalinum 12. august í ár.

Hetta verður boðað frá í skrivi frá programmleiðaranum í Kringvarpinum í dag.

Sí skriv her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo