Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Krutl

Illustrerandi mynd

Skemtilig rennikapping á Facebook: Rennikappingin "Renn undan ábyrgd" verður ein av komandi døgunum.

Runnið verður millum Fiskimálaráðið og Vørn. Kappingin verður skipað eftir klokkuklárum manngongdum, har nærlagni og rættstundis umhugsni SKAL haldast.

Av tí at tokutala kann koma fyri á túrinum verður heitt á luttakararnar um at lata seg í sjálvlýsandi klæðir, ella hava lummalykt við, eisini má ansast eftir teldupostum, sum kunnu fara aftur við borðinum.

Vinningurin er eitt upphøgt fiskiskip sum hevur veiðuloyvi, men ikki fiskiloyvi.

Skipið hevur tó møguleika at fáa kvotu í Eysturgrønlandi, men bert í økjum, har íð sjógvurin er vátur, sum ásett er í løgtingslóg um tilvildarligan fiskiskap.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo