Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak
Vágatíðindi

Við árslok 2016 læt Føroya Tele eina avgreiðslu upp á flogvøllinum. Hetta varð gjørt í samstarvi við Visit Vágar, sum líka síðan hevur veitt tænastur fyri Føroya Tele.

Í dag læt so nýggj Telebúð upp á flogvøllinum, og hon er í sama sniði sum allir hinir handlarnir kring landið.

Hans Jákup Langgaard, stjóri í FT Samskifti, frøist um nýggju Telebúðina.

”Vága Floghavn er í eini tilgongd at gera flogvøllin meira kundavinarligan, og hetta hóskar væl til okkum. Tað er týdningarmikið fyri okkum, at vit kunnu møta kundanum júst har, sum hann hevur tørv á okkum. Við nýggja handlinum lata vit eina Telebúð upp aftur í Vágum, og hon fer at koma vágafólkum og ferðafólkum til gagns”.

Føroya Tele hevur nú Telebúðir í Havn, Hoyvík, Klaksvík, Saltangará, á Tvøroyri og flogvøllinum, og soleiðs hevur nýggja Telebúðin opið:

Mánadag-hósdag kl. 10:00-17:30
Fríggjadag kl. 10:00-18:00
Leygardag kl. 10:00-14:00

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo