Tann sum árla rísur, verður bæði ríkur og vísur
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Krutl

Ein kvinna í London stovnaði instagramkonto í spølni, men rakti eina nerv millum frígjørd menniskju um allan heimin.

Instagramkontoin eitur @cheekyexploits, og er nú vorðin ein stór suksess.

Kontoin gjørdist rættiliga vælumtókt miðskeiðis í juni 2017, tá ein hitabylgja streyma inn yvir Stórabretland, og fleiri hundrað menn og kvinnur luftaðu sær á.

Í eini samrøðu við tabloidavísina The Sun greiður kvinnan frá, at alt byrjaði til stuttleikar saman við manninum.

- Eg stovnaði mína konto tá ið ein vinur vísti mær eina aðra konto hjá einum manni sum avmyndaði seg sjálvan naknan ymsastaðni runt um í heiminum. Eg helt tað vera so stuttligt, og stovnaði tí mína fyri rumpur, sigur hon, sambært Side3.no - sí her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo