Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Bøkur

Jan Lamhauge hevur ikki stóra virðing fyri Fjølmiðlakærunevndini. Hon fanst at sendingunum, tí har vóru uppáhald, ið ikki vóru prógvað.

Nú kallast bókin, sum hann gevur út fyri SVIK.

Tað skrivar Sprotin á síni heimasíðu.

Spruningurin er tí um hetta kann vera grundarlag fyri sakarmáli um bakbit.

Sprotin skrivar millum annað soleiðis um nýggju bókina SVIK:

- 21. september 2017 bleiv Betri Banki meldaður til fútan undir illgruna fyri brot á grein 139 í skattalógini, sum snýr seg um skattasvik, í sambandi við sonevnda Skattamálið. Tveir mánaðir seinni kunngjørdi Politiið í Føroyum, at áheitan var send til Bakmanspolitiið um at vera við í kanningunum av Betri Banka. Tvær vikur seinni fekk tíðindaleiðarin í KvF, sum hevði havt ábyrgd av avdúkingunum, uppsagnarskriv. 

- „Der er ingen tvivl om, at TF (Bedre) udøver en enorm indflydelse på Færøerne. TF er i stand til at mobilisere meget stærke kræfter. Økonomisk og politisk. Og man kvier sig ikke ved at bruge dem. Når Eiks (Bedres) skattefradrag blev standset, skyldes det uden for al tvivl en uafhængig og uforfærdet presse, som turde, hvor andre foretrak at tie,“ skrivaði Jørn Astrup Hansen, tá ið tíðindaleiðarin varð uppsagdur.

- Jan Lamhauge gekk á odda í avdúkandi journalistikkinum hjá KvF av Skattamálinum og upplivdi sjálvur, hvussu hetta ávirkaði innanhýsisviðurskiftini í KvF. 

- Hetta er søgan um, hvussu tað eyðnaðist Føroya ríkasta samtaki at fáa ein ­ólóglig­an skattafrádrátt upp á 90 milliónir krónur úr landskassanum, hvussu føroyskir myndugleikar royndu at verja bankan, og hvørjar avleiðingar hetta fekk fyri KvF, skrivar Sprotin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo