Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Kommunur

Á almennum bygdarráðsfundi mikukvøldið skipaði nývalda bygdarráðið í Nes kommunu seg. Jóhannus Danielsen heldur fram sum borgarstjóri og Súni í Hjøllum heldur fram sum varaborgarstjóri. 

Hesi 7 blivu vald í bygdarráði á kommunuvalinum 8. November 2016:

Jóhannus Danielsen, 158 atkv.

Súni í Hjøllum, 129 atkv.

Niclas Davidsen, 82 atkv.

Elin á Torkilsheyggi, 71 atkv.

Dakko Petersen, 59 atkv.

Kaj Eli Hansen, 49 atkv.

Høgni Hansen, 45 atkv.

Tær føstu nevndirnar blivu mannaðar soleiðis:

Fíggjarnevnd

Jóhannus Danielsen, Súni í Hjøllum og Høgni Hansen.

Varalimir: Kaj Eli Hansen og Elin á Torkilsheyggi.

Tekniska nevnd

Niclas Davidsen, Dakko Petersen og Elin á Torkilsheyggi.

Varalimir: Súni í Hjøllum og Høgni Hansen. 

Mentanarnevnd

Elin á Torkilsheyggi, Høgni Hansen og Dakko Petersen.

Varalimir: Niclas Davidsen og Súni í Hjøllum.

Trivnaðarnevnd

Kaj Eli Hansen, Niclas Davidsen og Súni í Hjøllum.

Varalimir: Dakko Petersen og Elin á Torkilsheyggi.

Hetta skrivar Nes kommuna á heimasíðu sínari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo