Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Politikkur

Ungmannafelagið Samband: Ungmannafelagið Samband hevur nýliga valt nýggja nevnd og er hon blivin mannað og skipað. 

Nýggja nevndin í Ungmannafelagnum Samband vil føra ein øðrvísi sambandspolitikk enn móðurflokkurin.

Ungmannafelagið vil halda eina liberala kós, hvagar ið fokus verður sett á nøkur ávís evnir. Hesi evnini eru m.a. at loyva aktiva deyðshjálp, øl og vín í handlarnar, loyva samkyndum at geva blóð og liberalisering av halgidagslógini.

Eitt annað mál við týdningi fyri ungmannafelagið er at menna Fróðskaparsetrið. Ynskiligt er, at ungir føroyingar, í enn størri mun, velja lestrarlívið heima í Føroyum - ein skal í minsta lagi hava møguleikan til eitt gott lestrarlív, uttan at tað er neyðugt at fara av landinum.

Mett verður, at øll hesi mál hava tørv á einari liberalari kós, sum moderniserar og alheimsger føroyska samfelagið.

Nevndin

Frá vinstru:
Anna-Mari Nielsen, skrivari
Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur
Magdalena Mørk, tiltakslimur
Linnéa L. Petersen, forkvinna
Anna Falkenberg, næstforkvinna
Svein Patursson, nevndarlimur
Magnus R. Hansen, nevndarlimur
Eydna Gleðisheygg, kassameistari

Vanta á myndini:
Magnus Herdalur, tiltakslimur
Ingi K. Midjord, tiltakslimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo