Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Fiskivinnunýskipanin skal geva nýggjum aktørum møguleikan at sleppa upp í part.

Fyri at røkka hesum málið er ætlanin at 25% av veiðurættindunum skulu seljast á uppboðssølu.

Tey skulu seljast sum 1, 3 og 8 ára rættindi.

Tað ljóðar einfalt.

Men um vit rokna eitt sindur upp á hetta, so sæst, at tað verður trupult at røkka hesum málsetningi.

Trupulleikin er, at tá tað ongantíð skulu seljast meira enn 25% tilsamans, so má tað sum er selt av 3 og 8 ára rættindum mótroknast teimum 25 prosentunum.

Og tá ætlanin eisini er, at tað skal seljast á hvørjum ári, gerst greitt, at stórur partur av hesum 25 prosentunum er bundin í áður seldum langtíðarrættindum.

Tað verður óalmindiliga trupult at gera tað øðrvísi enn at tað hvørt ár verða seld 2% av 8 ára rættindum og 2% av 3 ára rættindum.

Í longdini ger tað, at 14% altíð verða bundin í 8 ára rættindum og 4% verða bundin í 3 ára rættindum.

Tí verða bert 7% eftir at selja.

Og tá hesi so eisini skulu seljast sum 1,3 og 8 ára rættindi verða 3% seld sum 1 ára rættindi, 2% sum 3 ára rættindi og 2% sum 8 ára rættindi.

Og tað skal so seljast fyri seg.

Tí kann eingin vita, um hann fær meira enn 2% langtíðarrættindi á einari uppboðssølu.

Árlig søla av uppisjóvarfiski verður tí í mestalagi:

                    Max total veiða    Max 7%        2%
Svartkjaftur        350.000           24.500        7.500
Makrelur             100.000            7.000        2.000
Norðhavssild          70.000           4.900        1.400

Fyri botnfisk síggja tølini soleiðis út:

                                              Max veiða    max 7%      3%
Botnfiskur í Barentshavinum     30.000        2.100        900
Toskur Flemish Cap                     3.100           217          93
Botnfiskur í Eysturgrønlandi        1.900          133          57

Av tí at ongin kann liva av hesum lítlu nøgdum, tá tilfeingisgjaldið er goldið, so kann staðfestast við 100% vissu, at ongin nýggjur aktørur hevur møguleika at koma inn í vinnuna.

Er ætlanin at oyðileggja tað sum er, so er hetta sjálvandi ein gongd leið.

Vælkomin í Cirkus.

Strendur 2017-10-09
Eivind Jacobsen

Trýst á myndina og hon verður størri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo