At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Krutl

Í dag eru tvær nýggjar vísindaligar greinar komnar út um innræsin djór í Føroyum. Onnur greinin er um vespurnar í Føroyum. Hon er skrivað av Sjúrði Hammer á Umhvørvisstovuni og av náttúrufrøðinginum Jens-Kjeld Jensen. Hin er um silvurfiskar, og er skrivað av Elisabet Thomsen, MSc lesandi, Sunnvør í Kongsstovu og Hans Atla Dahl frá Amplexa Genetics og Svein-Ole Mikalsen frá Fróðskaparsetri Føroya.
 
Báðar greinarnar eru givnar út í tíðarritinum BioInvasions Records, ið setur fokus á gransking innan innræsnar djóra- og plantuættir í vistskipanum. Fleiri og fleiri innræsin djór og plantur eru at síggja í Føroyum, men vit kenna ikki vistfrøðiligu avleiðingarnar av hesum í Føroyum, tí slík náttúrueftiransing verður ikki gjørd. Men tað eru nógv dømi frá øðrum londum, har innræsin djór hava havt stóra ávirkan á vistskipanina og samfelagið tey koma til. Tí átti tað at verið ein samfelagslig raðfesting at fingið lívfrøðiliga trygd fyri at tálma og forða fyri, at innræsin djór verða drigin til Føroya, siga høvundarnir.

Stutt føroysk frágreiðing um greinarnar er niðanfyri. Greinarnar eru ”Open Access”, sum merkir, at lesarin nýtist ikki at gjalda fyri at lesa greinarnar.

Tær kunnu lesast her:
www.reabic.net/journals/bir/2019/3/BIR_2019_Hammer_Jensen.pdf
www.reabic.net/journals/bir/2019/3/BIR_2019_Thomsen_etal.pdf

Vespur í Føroyum
Tá ið vespan í 1999 fekk fótafesti í Tórshavn var hetta seinasta oyggjasamfelag í Norðuratlantshavi, har tær framvegis ikki høvdu gjørt innrás. Vit kenna hvørki vistfrøðiligu ella fíggjarligu avleiðingarnar av, at vespur komu til Føroya, men í øðrum partum av heiminum, har hetta hevur verið granskað, er ongin ivi um, at vespur kunnu vera til stóran skaða fyri náttúru og fólk.
 
Gjøgnum samskifti við føroyingar um alt landið hava Jens-Kjeld Jensen og Dorete Bloch, sála, fylgt neyvt við hvar vespur hava spjatt seg í Føroyum og hvørji sløg tær eru. Tað eru nevniliga tvey sløg av vespu í Føroyum – tann vanliga (Vespula vulgaris) og tann týska vespan (Vespula germanica).   
 
Av tí at tað hvørki eru avmarkingar ella tamarhald á flutningi av lívfrøðiligum tilfari til Føroya ella millum oyggjar er tað, sambært høvundunum, sera sannlíkt, at fleiri sløg av vespum og øðrum invasivum djórum verða drigin til Føroya við tíðini, og at tær eisini fara at spjaðast runt um í landinum. Tó er tað gleðiligt at kunna staðfesta, at vespan hevur ikki fingið fótafesti í nakrari oyggj í Føroyum har tað verður siglt ímillum, og at hetta kanska kann vera ein ábending um, hvussu hon spjaðist í Føroyum. Tað er tó rættiliga sannlíkt, at vespan hevur tætt samband við menniskjaligt virksemi í landinum, og at tað eisini er soleiðis hon kom til landið upprunaliga.

Granskingarráðið hevur stuðlað við ”Open Access” kostnaðinum.

Silvurfiskur í Føroyum
Á vári 2017 fór ein BSc verkætlan í gongd á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, ið var eitt samstarv millum Amplexa Genetics og Fróðskaparsetur Føroya. Verkætlanin var um tann vanliga silvurfiskin, silvurkykt (Lepisma saccharina), sum longi hevur verið kent í Føroyum. Tað var í hesum sambandi, at eitt nýtt slag av silvurfiski var staðfest í Føroyum. Hetta slagið hevur latínska navnið Ctenolepisma longicaudata, og fekk føroyska navnið bustsilvurkykt.

Bustsilvurkyktið er eitt fyrndargamalt vongleyst skordýr, og er í slekt við silvurkyktið. Silvurkyktið trívist best, har tað er slavið og heitt, meðan bustsilvurkyktið tolir betur turrari umhvørvi. Bustsilvurkyktið er størri, ljósari á liti og er meira logið enn silvurkyktið. Hvørki bustsilvurkyktið ella silvurkyktið eru vandamikil fyri menniskju, men teimum dámar væl stívilsiríka føði. Tað vil siga, at teir kunnu leggjast á t.d. pappír, bøkur, lím og stívilsirík klæðir, og tí kunnu teir vera ein trupulleiki á bókasøvnum, fornminnissøvnum og øðrum søvnum. Í hesi grein var ikki bert staðfest, at bustsilvurkyktið er at finna í Føroyum, men eisini at bustsilvurkyktið er sera vanligt her. Bustsilvurkykt var staðfest á minst 7 av oyggjunum í Føroyum. Hetta kann merkja, at hesin silvurfiskurin hevur verið í Føroyum í longri tíð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo